Eitt hálvturt og frískt vín, ið angar av abrikos, fersku og peru.Turran og frískan smakk, ið er í góðari javnvág við frukt og sýru. Hóskar saman við lætt kryddaðum ljósum kjøtrættum.
Djúpan reyðan lit. Angar av hindberum og bláberum. Smakkurin er bleytur við tónum av reyðum berum. Hóskar saman við neytakjøti og kryddaðum pasta rættum.
Vistfrøðiligt. Vínið angar av frískum berum, meðan smakkurin er bleytur og ber brá av nógvari frukt. Hóskar til tapas, pastarættir, flestu kjøtrættir og at njóta bert.
Gjørt úr 100% Sauvignon Blanc drúvuni. Angin er elegantur og royktur. Smakkurin er turrur og frískligur við góðari sýru. Hóskar til ljóst kjøt, grillaðan fisk ella sum fordrykkur.
Vistfrøðiligt vín. Angar av bláberum og skovberum. Vínið hevur ein bleytan og rundan smakk av búnum berum. Hóskar saman við flest øllum ikki alt ov kryddaðum kjøtrættum, pitsa og pastarættum.