Anga av sólberum og kryddi. Vínið er lætt kryddað við smakki av frukt. Hóskar saman við miðal kryddaðum kjøtrættum, grillaðum kjøtrættum og ymsum ostum.
Vínið hevur frukt anga. Turran smakk við nakað av fruktsøtmu. Heitt og prikar á tunguni. Miðal ráka. Hóskar væl til lambskjøt, og aðrar ikki alt ov kryddaðar rættir.
Frískan og lættan fruktanga við nakað av krydd. Lættan fruktsmakk við einum ferili av krydd. Hóskar til lættar kjøtrættir eins og fiskarættir við eitt sindur av megi ella sum fordrykkur.
Turt vín við miðal fyllu. Heitan og kryddaðan berjasmakk, ið prikar á tunguni. Bleytan og kraftmiklan ráka. Hóskar til villini djór, reytt kjøt, kryddaðar grillrættir og ost.
Vælangandi vín av búnum fruktum og eikitræ, dámligur og langur ráki. Smakkurin er turrur og hevur góða fyllu og er bleytur og rundur. Hóskar saman við lambskjøti, svínakjøti, kálvakjøti og flogfenaði.
Vínið hevur ein gyltan lit. Angar av tropiskum fruktum, so sum fesku og aprikos. Smakkurin er sera fruktríkur við góðari fyllu. Hóskar til ymsar fiskarættir, sum fordrykkur ella at drekka bert.
Vínið angar av sólber, kirsuber og eitt sindur av pipar. Vínið er rímiliga lætt og hevur ein bleytan , rundan og lætt kryddaðan smakk. Hóskar til lambskjøt, grillað kjøt og kálvakjøt
Turrligt vín við miðal fyllu. Vínið hevur ein heitan, fruktkendan og kryddaðan smakk og ein drúgvan ráka. Hóskar til ljósan flogfenað, laks ella hvasskvoysu